The Christie er eitt av mest framkomnu krabbameinssjúkrahúsum í Evropa, og her luttekur umleið fimmti hvør sjúklingur í einari ella aðrari royndarviðgerð.

Soleiðis kunnu fleiri yvirliva krabbamein

- Nógv fleiri sjúklingar mugu verða við í ymiskum royndarviðgerðum, sigur granskingarstjórin hjá Kræftens Bekæmpelse.

 

The Christie er eitt av mest framkomnu krabbameinssjúkrahúsum í Evropa, og her luttekur umleið fimmti hvør sjúklingur í einari ella aðrari royndarviðgerð.

 

Í einari sjónvarpssending, sum TV2 í Danmark sendi hin 23. oktober í ár, vitjaði sjónvarpsverturin, Peter Ingemann, eitt av størstu og mest framkomnu krabbameinssjúkrahúsum í Evropa, nevniliga The Christie í Manchester í Onglandi.

Hetta er eitt sjúkrahús við umleið 2500 starvsfólkum, sum hevur nógvar royndarviðgerðir, skurðviðgerðir sum krevja serkunnleika, ráðgeving og sum veitir stuðul í lekjandi umhvørvi. Haraftrat hevur sjúkrahúsið ein sonevndan kemo-buss, sum kann koyra út til sjúklingarnar, soleiðis at sjúklingar kunnu fáa viðgerð í sínum egna umhvørvi.

Men, hvussu er so alt hetta samanborið við eitt nú donsk sjúkrahús, sum eisini veita viðgerðir móti krabbameini?

- Størsti munurin á The Christie og donskum sjúkrahúsum, sum eitt nú Ríkissjúkrahúsinum, er, at í Danmark eru ikki sjúkrahús, sum burtur av veita viðgerðir móti krabbameini, men sum veita viðgerðir til allar bólkar av sjúklingum.

Tað sigur læknastjórin í Kræftens Bekæmpelse, Niels Kroman, sum eisini er professari í bróstkrabbaskurðfrøði. Hann vísir á, at tað, at donsk sjúkrahús veita nógvar ymiskar viðgerðir, merkir ikki, at sjúkrahúsini ikki eru serútgjørd til at viðgera krabbamein.

- Í Danmark er krabbameinsviðgerðin savnað á fáum sjúkrahúsum, og tað eru serlæknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum taka sær av viðgerðini av krabbameinssjúklingum.

Sjálvur heldur Niels Kroman, at tað saktans kann vera ein fyrimunur at hava serlæknar við ymiskum førleikum – eisini í viðgerð móti krabbameini – tí slíkir sjúklingar ofta eisini hava aðrar trupulleikar enn krabbamein at dragast við. Soleiðis kann tað saktans vera hent at hava bæði hjarta-ella lungalæknar og læknar, sum eitt nú eru serfrøðingar í sukursjúku.

Síðan 2017 eru á donsku fíggjarlógini settar av 5 miljónir krónur um árið til at stovnseta og reka eitt landsumfevnandi samstarv um gransking og menning á krabbameinsøkinum. Hetta átak verður rópt Danish Comprehensive Cancer Center, stytt DCCC.

Málið við átakinum er at skapa optimal viðurskifti fyri danska krabbameinsgransking og tryggja, at nýggj vitan og nýggir viðgerðarhættir koma skjótari út til sjúklingarnar – líkamikið, hvar í landinum fólk eru.

Átakið DCCC verður rikið í einum samstarvi millum regiónirnar, heilsuvísindaligar megindeildir á universitetum og Kræftens Bekæmpelse.

Í nevndu sjónvarpssending hjá TV2 fortaldi stjórin í The Christie, at sjúkrahúsið hevur servitan innan krabbameinsskurðfrøði. Ymiskir skurðlæknar og serfrøðingar samstarva undir skurðviðgerðini, og síðan serfrøðin byrjaði at arbeiða saman tvørfakliga og í bólkum, er talið av teimum, sum yvirliva krabbamein, vaksið munandi.

Fyri sløkum 20 árum síðan valdu danir at samla skurðviðgerðir móti krabbameini á færri sjúkrahúsum, og samstundis varð dentur lagdur á, at serfrøðingabólkar skuldu samstarva um hvørja einstaka skurðviðgerð.

Hetta hevur viðvirkað til, at nógv fleiri yvirliva krabbamein á donskum sjúkrahúsum nú enn áður.

Talið av monnum, sum yvirliva eftir fimm árum, er nevniliga vaksið úr 49 prosentum upp í 63 prosent, og millum kvinnur er talið av teimum, sum yvirliva eftir fimm árum, vaksið úr 51 prosentum og upp í 65 prosent.

- Vit í Danmark eru væl á veg, tá ræður um skurðviðgerðir móti krabbameini, men vit kunnu gerast enn betri. Kanska skulu skurðviðgerðirnar savnast á enn færri sjúkrahúsum. Í Krabbameinsætlanini IV varð lagt upp til eina serliga skipan við sertifisering av læknunum, sum fremja skurðviðgerðir móti krabbameini.

Niels Kroman heldur, at slíkt hevði lyft undir dygdina av skurðviðgerðunum, eins og hetta hevði gjørt, at viðgerðirnar kring landið gjørdust meira einsháttaðar.

Út við 80 prosent av øllum krabbameinssjúklingum verða skurðviðgjørdir, og skurðviðgerð er tann parturin av viðgerð, sum lekir flestar sjúklingar.

Samstundis, sum nýggj vitan og nýggj tøkni kemur á økinum, verða skurðviðgerðirnar eisini meira framkomnar og krevja størri serkunnleika, og hetta setir stór krøv til førleikarnar hjá hvørjum einstøkum skurðlækna.

Á The Christie sjúkrahúsinum í Manchester luttók umleið fimmti hvør sjúklingur í einari ella aðrari royndarviðgerð. Í Danmark luttekur bert tíggjundi hvør sjúklingur í royndarviðgerð, og hetta kann saktans gerast betri.

Granskingarstjórin hjá Kræftens Bekæmpelse, Mef Nilbert, vísir á, at royndarviðgerðir tryggja nýggja vitan og betri viðgerðir.

- Tí er tað greitt, at skulu fleiri krabbameinssjúklingar yvirliva í Danmark, krevur tað fleiri royndarátøk, sum eitt nú nýggir mátar at sjúkugreina, nýggjan heilivág ella ein nýggjan hátt at skurðviðgera.

Mef Nilbert sigur, at neyðugt er at samskipa og styrkja átøkini, og her skulu eftir hansara tykki regiónirnar og sjúkrahúsini ganga á odda. - Vit í Kræftens Bekæmpelse halda, at eini 20 prosent av krabbameinssjúklingunum eiga at viðvirka í ymiskum royndarviðgerðum, leggur granskingarstjórin aftrat.

 

 

 

 

The Christie er eitt av mest framkomnu krabbameinssjúkrahúsum í Evropa, og her luttekur umleið fimmti hvør sjúklingur í einari ella aðrari royndarviðgerð.