Summi eru í størri vandabólki enn onnur fyri at fáa blóðtøpp á longum flogferðum.

Soleiðis minkar tú um vandan fyri blóðtøppi

Ert tú í vandabólkinum, er ein ávísur vandi fyri blóðtøppi í beininum á longum flogferðum, men vandin er lutfalsliga lítil.

 

Summi eru í størri vandabólki enn onnur fyri at fáa blóðtøpp á longum flogferðum.

 

Fólk, sum áður hava havt blóðtøpp í beininum, kvinnur við barn, kvinnur sum taka p-bollar, fólk sum viga ov nógv og fólk, sum hava aktiva krabbasjúku, eru í einum lítlum vanda fyri at fáa blóðtøpp í beinið, meðan tey eru á langari flogferð.

Tíbetur er vandin ógvuliga lítil, men læknar halda, at tað hóast alt er týdningarmikið at hugsa um vandan, ið er. Fólk, sum skulu flúgva langt, kunnu sjálvi verða við til at minka enn meira um lítla vandan við blóðtøppi í beininum.

Sjálvt í einum flogfari kunnu fólk gera smærri rørslur við fótliðinum og knøunum, og til ber sum oftast eisini at fara upp á gólvið og kanska spáka sær nøkur fet eftir miðgongini í flogfarinum.

Eitt hugskot er ikki at vera í ov trongum klæðum.

Á heimasíðuni – www.sundhed.dk – vita tey at siga, at vandin fyri at fáa blóðtøpp í beinið á einari flogferð er ógvuliga lítil. Á einari flogferð, sum varar í stívliga fýra tímar, fær í miðal ein av hvørjum 4656 blóðtøpp í beinið.

Tá hugt verður eftir, hvørji útlitini er til at fáa ein meira álvarsligan blóðtøpp í lunguni, verður sagt, at møguleikin er fimm tilburðir fyri hvørja miljón ferðandi, sum flúgva í meira enn 12 tímar.

Men, eitt er, at tað tíbetur eru fá sum fáa blóðtøpp orsakað av flúgving. Annað er, at blóðtøppar, sum hava sína orsøk í longum flogferðum, kunnu síggjast heilt upp í átta vikur eftir flogferðina.

Umframt ráðini at drekka ríkiligt at vætu, reisa seg upp og spáka eftir miðgongini, kunnu fólk, sum flúgva langar túrar, eisini gera nakrar rørslur við beinunum, meðan tit sita í flogfarinum.

Í læknaverðini vísa tey á, at eingin vissa er fyri, at nógv væta virkar tálmandi mótvegis blóðtøppi í beininum, men tey mæla kortini til at drekka ríkiligt, tí vætar í øllum førum skaðar ikki.

Fólk, sum eru í øktum vanda fyri at fáa blóðtøpp í beinini, kunnu eisini, meðan flogið verður, brúka stuðulssokkar, tá hesir styrkja um blóðrenslið í beininum.

Men, hvørji eru so tekini, sum kunnu geva tær eina ábending um, at tú dregist við ein blóðtøpp í beinunum?

Hevur tú fingið blóðtøpp í beinið, kann beinið kennast eymt, heitt, hovið og reytt, eins og æðrarnar í beininum kunnu gerast meira týðiligar.

Í einstøkum føri kann ein blóðtøppur í beininum loysna og enda sum blóðtøppur í lungunum. Um slíkt skuldi hent, sum kann gerast rættiliga álvarsligt, kennist tað sum pína í bringuni, hosti og andaneyð, og tá eigur tú beinanvegin at søkja tær læknahjálp.

Kelda: www.sundhed.dk

 

 

Summi eru í størri vandabólki enn onnur fyri at fáa blóðtøpp á longum flogferðum.