- Vit hava nógv dugnalig fólk, sum gera tað møguligt hjá fyritøkuni at røkka teimum málum, vit seta okkum, sigur Eyðun Hansen, stjóri.

Soleiðis røkka tey sínum málum

- Í løtuni er tað bara konan og hundurin Mjús í familjuni, sum ikki arbeiða á El-talvuvirkinum, sigur Eyðun Hansen, stjóri.

 

- Vit hava nógv dugnalig fólk, sum gera tað møguligt hjá fyritøkuni at røkka teimum málum, vit seta okkum, sigur Eyðun Hansen, stjóri.

 

Í løtuni starvast umleið 25 fólk hjá El-talvuvirkinum í Norðragøtu, harav 15 starvast umborð á nýggja havrannsóknarskipinum, har ETV, sum navnið á virkinum verður stytt, er ein av stóru undirveitarunum hjá skipasmiðjuni Mest.

- Vit arbeiða mest umborð á skipum og á virkjum, og vit leggja stóran dent á at vera væl við í nýggjastu tøknini á økinum. Tað merkir eisini, at vit javnan fara á skeið at menna okkara starvsfólk innan ávísar skipanir og í teimum forritum, vit brúka.

Tað sigur Eyðun Hansen, stjóri og stovnari av El-talvuvirkinum, í samrøðu, sum kann lesast í vinnutemanum, sum var í Sosialinum í gjár.

Hann vísir á, at ETV seinastu árini hevur installerað fleiri orkusparandi loysnir umborð á skipum í føroyska flotanum. - Vit hugsa “grønt”, bæði tá ræður um ljóskeldur og stórar skipanir, leggur hann aftrat.

El-talvuvirkið varð stovnað í 1982 við tí endamáli at framleiða el-talvur og automatión, projektering og orkusparandi loysnir til føroyska marknaðin.

Brosandi sigur stjórin, Eyðun Hansen, at nú eru fleiri úr hansara húsi – ella familju – partur av virkseminum hjá El-talvuvirkinum, sum hann í sínari tíð legði lunnar undir saman við góðum fólki.

- Í løtuni er tað bara konan, Torgerð og hundurin Mjús í familjuni, sum ikki arbeiða á El-talvuvirkinum.

Hann vísir á, at eldri sonurin, Hans Kristian, arbeiðir við at tekna skipið í 3D design, yngri sonurin Bogi arbeiðir sum elektrikaralærlingur og dóttirin, Katrina, er í starvi sum skrivstovufólk.

- Aftrat okkum hava vit nógv dugnalig fólk, sum gera tað møguligt hjá fyritøkuni at røkka teimum málum, vit seta okkum, sigur Eyðun Hansen, stjóri í El-talvuvirkinum í Norðragøtu.

 

 

 

- Vit hava nógv dugnalig fólk, sum gera tað møguligt hjá fyritøkuni at røkka teimum málum, vit seta okkum, sigur Eyðun Hansen, stjóri.