Soleiðis skal tað vera

Tað er fínt at tað kapping um formanssessin, sigur núverandi formaður

– Soleiðis skal tað vera.

Tað segði Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, við tíðindini á FM1 tá ið tað varð greitt, at hann fær ein avbjóðara, tá ið limirnir í felagnum skulu velja formann á aðalfundinum í Havn tann 7. mars.

Hann hevur verið formaður hesi seinastu fýra árini, men í gjár varð greitt, at Gunnar Hjelm er at bjóða honum av á aðalfundinum, og sostatt fáa limirnir tvey formansvalevni at velja ímillum.

– Tað er gott, at tað er kapping um formanssessin. Tað er kanska eitt tekin um, at vit hava eitt livandi og virki felag, sum limirnir hava áhuga fyri at fáa ávirkan á, segði Súni Selfoss við FM1.

Hinvegin kennir hann seg ikki rættiliga aftur í teimum atfinningum, avbjóðarin hevði ímóti mátanum, felagið verður rikið upp á í dag.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr verandi formann svara atfinningunum frá Gunnari Hjelm, aftur.