Soleiðis skulu fólk kring landið fáa bygt sær hús

Bankarnir eru trekir at fíggja sethús á bygd, men nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið við eini loysn upp á tað

Løgtingið skal nú taka støðu til bústaðarbygging á bygd

Løgtingið skal nú taka støðu til bústaðarbygging á bygd

– Tað skal bera til at byggja egnan bústað kring alt landið.

Tað er endamálið við einum uppskoti, Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið í dag.

Eftir uppskotinum skulu Bústøðir fáa heimild til at veita lán til at byggja bústaðir uttanfyri størru býirnar, sigur Tjóðveldi í einum tíðindaskrivi.

Hetta er ikki støðan í dag, tí bankarnir eru trekir til at læna til bústaðir uttan fyri miðstaðarøkið.

Orsøkin er, at ofta er marknaðarvirðið -og sostatt trygdin hjá bankunum- væl lægri uttan fyri miðstaðarøkið enn í Havn, tí skulu húsini seljast, fæst ikki tað sama fyri tey, sum tey vórðu bygd fyri.

Tjóðveldi veit dømi um fólk at fólk ikki hava fingið fígging til at byggja hús á bygd, men hava fingið upp aftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn.

– Tað er sostatt ikki gjaldsevnini hjá teimum sum skulu byggja, ið forðar fyri, at fleiri bústaðir verða bygdir úti um landið.

– Samfelagsliga er avleiðingin, at fólk ikki hava sama møguleika at byggja hús á bygd, sum í størru býunum. Hetta skundar eisini undir, at alsamt fleiri búseta seg í størru býunum. Og hetta leggur enn størri trýst á húsaprísirnar í størru býunum, sigur Tjóðveldi.

Tí skulu Bústaðir fáa heimild til, at veita lán til ein part av tí, tað kostar at byggja hús kring landið. Aftur fyri fáa Bústaðir veð í húsunum

– Hetta skal tó bert galdandi fyri bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar, sigur Tjóðveldi

Bústaðir skulu sostatt bjóða fólki lán, ið fevnir um tann partin av byggikostnaðinum, ið bankin ikki vil fíggja, tó ongantíð meiri enn 100 prosent av metingarvirðinum.

Peningastovnar bjóða oftast um 80 av metingarvirðinum tá ið húsini eru liðug. Men av tí, at metingarvirðið á húsum á bygd, ofta liggur undir byggikostnaðinum, er 80 prosent av metingarvirðinum, væl minni enn 80 prosent av byggikostnaðinum.

Men eftir uppskotunum skulu Bústaðir kunna bjóða lán upp til 100 prosent av metingarvirðinum. Sostatt kann bankin læna 80 prosent og Bústaðir læna 20 prosent, sigur Tjóðveldi. 

Løgtingið skal nú taka støðu til bústaðarbygging á bygd