Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

Vikan byrjar við turrum veðri

Danska veðurstovan DMI roknar við, at byrjanin av vikuni verður turr.

Í dag verða 5-10 m/s av norði, í kvøld minni vindur. Fyri tað mesta turt og onkrir sólglottar. Hitin í dag millum 6 og 9 stig, í nátt niður móti frostmarkinum.

Týsdagin verða 5-10 m/s av eystri og landsynningi, eitt skifti upp í 13 m/s. Mest turt og sólglottar, út á náttina skýggjað og nakað av regni. Hitin alt døgnið millum 5 og 10 stig.

Mikudagin verða 5-10 m/s av eystri og landsynningi. Mest skýggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig.

Hósdagin verða 5-10 m/s av landsynningi. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

Fríggjadagin verða 8-13 m/s av landsynningi, sum seinni fer í útsynning. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 m/s.