Soleiðis verður veðrið í dag

Tórsfest fær hampuligt veður

(Mynd:Ingi Sørensen)

(Mynd:Ingi Sørensen)

Danska veðurstova DMI roknar við, at tað verður nakað skiftandi veður. Vindurin verður lítil, men møguleiki er fyri regnløtum.

Tað verður 3-8 m/s av landsynningi, skýggjað og løtur við regni. Eisini verður møguleiki fyri mjørka. Hitin verður millum 11 og 14 stig.

Sunnudagin roknar DMI við 3-8 m/s av suðri, seinni av eystri. Nakað av sól, men eisini okkurt æl. Mánanáttina verður meira skýggjað og nakað av regni. Hitin verður millum 10 og 15 stig. 

(Mynd:Ingi Sørensen)