Soleiðis verður veðrið í dag

Gestirnir á Sjómannadegnum kunnu vænta rímiliga hampuligt veður, hóast DMI boðar frá, at møguleiki er fyri eitt sindur av regni gjøgnum dagin.

Leygardagur:
Lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft við møguleika fyri ælum. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig. Um náttina umleið 10 stig.

Sunnudagur:
Lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, men út á kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, ið seinni veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað, men um dagin turt. Um náttin er møguleiki fyri regn. Hitin alt døgnið millum 9 og 14 stig.

Mánadagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av norði og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, men minkar seinni á degnum til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Í løtum sól, men eisini nøkur æl. Hitin um dagin 10 stig. Um náttina 5 til 9 stig.