Soleiðis verður veðrið í dag

Illveðrið heldur fram nakað afturat

Í nátt hevur verið illveður, og danska veðurstovan DMI roknar við, at illsliga veðrið heldur fram út á dagin.

DMI sigur, at tað verða 17-21 m/s, í støðum 21-24 m/s, av suðri og útsynningi, við hvirlum omanfyri 25 m/s. Vindurin minkar í kvøld niður í 13-18 m/s. Ælaveður, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 5 og 8 stig.

Mánadagin verða 13-18 m/s av suðri og útsynningi, sum frálíður minkandi niður í 5-10 m/s. Skýggjað og ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin milllum 3 og 8 stig.