Danska veðurstovan DMI roknar við, at vikan byrjar við kulda og kavaavfalli, men sum líður á vikuna verður lýggjari í veðrinum.
DMI sigur, at mánadagin verða 10-15 m/s av norði og útnyðringi, um náttina minkandi niður í 5-10 m/s. Skýggjað og kava- ella vátakavaæl, um náttina mest turt. Hitin millum 3 kuldastig og 4 hitastig.
Týsdagin verða 5-10 m/s av norði, seinni minkandi til 3-8 m/s av landsynningi. Einstøk kavaæl, men annars turt og nakað av sól. Hitin millum 1 og 5 hitastig.
Mikudagin 5-10 m/s av landsynningi og suðri, vaksandi upp í 10-15 m/s. Sum frálíður skýggjað, men turt fyri tað mesta. Hitin millum 3 og 6 hitastig.
Hósdagin 10-15 m/s av landsynningi og suðri, um náttina av suðri og útsynningi, minkandi til 5-10 m/s. Skýggjað fyri tað mesta og við hvørt regn, um náttina mest turt. Hitin millum 3 og 7 hitastig.
Fríggjadagin 5-10 m/s av suðri, í løtum upp í 13 m/s. Skýggjað, men turt fyri tað mest. Hitin millum 4 og 7 hitastig.