Soleiðis verður veðrið næstu vikuna

Næstu dagarnar verður misjavnt veður við vindi og avfalli

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

Næstu dagarnir bjóða heldur misjavnt veður. Hitin verður um frostmarkið, fleiri dagar verður fitt av vindi, og vit kunnu rokna við regn- og kavaavfalli, alt eftir hvussu hitin er.

DMI sigur, at týsdagin verða 10-15 m/s av norði ella útnyðringi, út á fyrrapartin 5-10 m/s. Samdrigið og onkur kavaæl, møguleiki fyri jarðroki. Hitin millum frostmarkið og 6 kuldastig.

Mikudagin verða 5-10 m/s av útnyðringi, seinni av eystri og landsynningi og eitt skifti 8-13 m/s. Út á náttina fer vindurin í vestan. Samdrigið og einstøk kavaæl, út á dagin regn. Hitin verður at byrja við um frostmarkið, men út á dagin upp í 4 hitastig.

Hósdagin verða 10-15 m/s av ymsum ættum, vaksandi upp í 15-20 m/s av norði og landnyðringi. Samdrigið og regn, vátakavi ella kavi. Seinni nakað klárari í veðrinum og onkur kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 5 hitastig, um náttina millum frostmarkið og 4 kuldastig.

Fríggjadagin verða 15-20 m/s av útnyðringi, sum frálíður minkandi vindur. Samdrigið og kavaæl. Hitin millum 2 hitastig og 4 kuldastig.

Leygadagin verða 8-13 m/s av útnyðringi. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

(Mynd: Ingi Sørensen)