Soleiðis verður veðrið næstu vikuna

Vikan bjóðar fitt av regni

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður fitt av regnavfalli næstu dagarnar.

DMI sigur, at mánadagin verða 5-10 m/s av suðri og útsynningi, um náttina av landsynningi. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin verður millum 5 og 8 stig.

Týsdagin varð 10-15 m/s av suðri og útsynningi, eitt skifti 18 m/s. Skýggjað og til tíðir regn, um náttina klárari og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.

Mikudagin verða 10-15 m/s av suðri og útsynningi. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

Hósdagin verða 10-15 m/s av suðri og útsynningi, sum frálíður minkandi til 5-10 m/s av vestri. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.

Fríggjadagin 8-13 m/s av vestri og suðri. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

(Mynd: Ingi Sørensen)