Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við skiftandi veðri

Danska verðurstovan DMI roknar við skiftandi veðri um vikuskiftið. Sólin fer at kaga fram, men vit sleppa ikki undan regni partar av tíðini.  

Í dag verður 8-13 m/s av útsynningi. Seinnapartin fer vindurin í vestan ella útnyðring og minkar vindurin nakað. Tað verða sólglottar, men eisini onkur æl. Hitin verður um 10 stig. Í kvøld verða 3-8 m/s av útnyðringi og norði – sunnanfyri nakað meira vindur. Skýggjað og ælaveður. Hitin í kvøld og í nátt verður millum 3 og 8 stig.  

Sunnudagin verða 3-8 m/s av ymsum ættum. Mest turt og nakað av sól. Út á dagin skýggjað og nakað av regni. Hitin verður um 10 stig, mánanáttina niður í 6 stig.