Soleiðs er hjá teimum lesandi á Setrinum um dagarnar

Tað handlar um fysiska fjarstøðu, men tað er sanniliga umráðandi, at vit eru sosial, sigur Karla Neslíð umboð í Ráð Teirra Lesandi. Sí myndir í greinini

Magnus við Streym, sum lesur bachelor í søgu hevur tikið myndina á sínum kamarið á lestrarheiminum í Berjabrekku.

Magnus við Streym, sum lesur bachelor í søgu hevur tikið myndina á sínum kamarið á lestrarheiminum í Berjabrekku.

Á Setrinum arbeiða næmingar undir nýggjum umstøðum, nú øll undirvísingin er á netinum. Karla Neslíð, umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina í Ráð Teirra Lesandi á Setrinum, greiðir frá, at fjarlesturin byrjaði hesa vikuna, og enn royna næmingarnir at venja seg við umstøðurnar og fylgja vanliga lestrinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

– Vit brúka eina skipan, sum eitur Zoom, sum Setrið hevur keypt. Mínar avmarkaðu royndir – vit byrjaðu jú hesa vikuna –eru, at tað riggar ordiliga væl. Vit brúka skipanina til undirvísing og eisini til fundarvirksemi og sosiala samveru – hvør sær, sigur Karla Neslíð.

 

##med4## 

 

Hon greiðir frá, at tá næmingarnir ikki hittast, kennist undirvísingin sjálvsagt øðrvísi, enn hon ger undir vanligum umstøðum. Summir næmingar dáma væl skipanina, meðan aðrir dáma hana minni væl og halda, at tað er torført at fylgja við undirvísingini á hendan hátt. Fleiri av teimum, ið lesa á Setrinum hava børn, og í hesum tíðum eru børnini heima, og tí verður eisini trupult at fylgja við á einum skíggja. Tí eggjar Setrið eisini lærarunum at taka fyrilestrarnar upp, so næmingarnir kunnu hyggja at teimum, tá tað liggur fyri.

– Tað er eisini ymiskt alt eftir, hvørja útbúgving talan er um, sigur hon.

 

 

 

 

 

Les meir um evnið í Vikuskifits Sosialinum. Í blaðnum er stórt tema um korona frá fleiri ymiskum vinklum. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið ella í talgildari útgávu her

Magnus við Streym, sum lesur bachelor í søgu hevur tikið myndina á sínum kamarið á lestrarheiminum í Berjabrekku.

Rannvá Dam í Baianstovu lesur bachelor í politikki og umsiting og skrivar í løtuni bachelor-ritgerð. Sonur Rannvá gongur í 1. flokki, men hann er nú heimalesandi saman við mammu síni. Rannvá býr á Finsen

Rannvá Dam í Baianstovu

Fundur millum Ráð Teirra Lesandi, Chik Collins, rektara og Johan Hansen, fyrisitingarstjóra, sum ikki var í vanliga fundarhølinum í gróthúsinum á J. C. Svabos gøtu men heldur umvegis Zoom