Liverpool og Tottenham eisini í hálvfinaluni

Øll fýra liðini eru nu klár til hálvfinalurnar í Capital One steypakappingini í Onglandi

Liverpool og Tottenham eru saman við Chelsea og Sheffield United klár til hálvfinalurnar í lítlu steypakappingini í Onglandi, Capital One Cup. Liverpool og Tottenham vunnu sínar fjórðingsfinalur í kvøld, meðan Chelsea og Sheffield United vunnu í gjár.

 

Les eisini: Sheffield stóð fyri sensatiónini

 

Liverpool var á vitjan í suðuronglandi, har oddaliðið í næstbestu deildini, AFC Bournemouth, tók ímóti. Væntað var, at Brendan Rodgers fór at spæla við einum nærmast eykaliðið, men tað bleiv bara til tríggjar broytingar í mun til 3-0 tapið fyri Manchester United.

 

Vertirnir hóttu í fyrsta álopinum, men fyri uttan ein annan stóran møguleika, so sat Liverpool á øll fram til stutt inn í seinna hálvleik. Tá hevði Raheem Sterling skorað tvær ferðir og Lazar Markovic einaferð. Síðani minkaði Dan Gosling um munin tólv minuttir inn í seinna hálvleik. Tá kom lív í vertirnar, men tað var nakað seint.

 

Tottenham kom eisini eisini í hálvfinaluna uttan stórvegis trupulleikar. Teir vunnu 4-0 á Newcastle. Í hálvleikinum var 1-0 við málið, sum Nabil Bentaleb skoraði. Í seinna hálvleiki øktu Nacer Chadli , Roberto Soldado og Harry Kane, sum í løtuni hevur eitt gott tíðarskeið fyri Tottenham.

 

Capital One Cup fjórðingsfinalur:

Í dag:

AFC Bournemouth – Liverpool 1-3 (0-2)

0-1 Raheem Sterling, 20

0-2 Lazar Markovic, 27

0-3 Raheem Sterling, 51

1-3 Dan Gosling, 57

 

Tottenham – Newcastle 4-0 (1-0)

1-0 Nabil Bentaleb , 18

2-0 Nacer Chadli , 46

3-0 Harry Kane, 63

4-0 Roberto Soldado, 70

 

Í gjár:

Sheffield United – Southampton 1-0 (0-0)

1-0 Mark McNulty, 63.

 

Derby County – Chelsea 1-3 (0-1)

0-1 Eden Hazard, 23.

0-2 Felipe Luis, 56.

1-2 Craig Bryson, 71.

1-3 Andre Schurrle, 82.