Somfelli

 

Tað var hugaligt at síggja í sjónvarpinum hvussu nógv er komið burtur úr, at Føroyar hava fingið ræði á Somfelli.

Hetta er eitt dømi um, hvussu týdningarmikið tað er við samvinnu millum tað almenna og tað privata.

Í hesum føri hevur ein útlendskur stovnur gjørt eina stóra íløgu av tí at hildið hevur verið, at hon var neyðug. Síðan vísti tað seg, at tað var hon ikki, og útlendingarnir sleptu sær burturúr, fóru av landinum og lótu okkum standa eftir at rudda upp.

Vit tóku við, og ein almennur føroyskur stovnur, Landsverk, hevur ansað eftir, at tað sum har stóð, var røkt til lítar.

Síðan hevur tað víst seg, at tað eru so avbera nógv dugnalig fólk í Føroyum. Nøkur av hesum hava góð hugskot, sum kunnu geva inntøkur við at fáa innivist her á Somfelli.

Eitt av dømunum er tann skipan, sum er fingin í lag fyri at gera flúgvingina í Føroyum tryggari. Ein og hvør veit, at fyri at flúgva er umráðandi at vita hvussu líkindini eru, og tað skal ganga skjótt, tí veðrið er umleypandi.

Nú hevur ein føroysk fyritøka fingið í lag eina skipan á Somfelli, so til ber hjá flogskiparum støðugt at síggja hvussu floglíkindini eru allastaðni í Føroyum og langt til havs.

Hetta er av allarstørsta týdningi fyri kappingarførið hjá okkara vinnulívi. Nú kann tað lata seg gera av tí at tað almenna við sínum landsverki dugir at samstarva við privatar fyritøkur.

Tað er nevniliga eyðsæð, at tað er sera týdningarmikið at hava góðar almennar stovnar sum hjálpa teimum privatu fyritøkunum at vaksa um sína framleiðslu. Tær privatu fyritøkurnar eru í kapping hvør við aðra. Summar hava so góðar leiðslur, at tær klára seg væl, meðan aðrar mugu vera við skerdan lut. 

Tað vit hava sæð á Somfelli er eitt dømi um at tað almenna hevur gjørt akkurát tað, sum tað er best til: at leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at tær privatu fyritøkurnar sleppa at gera tað, tær eru bestar til, nevniliga at kappast!

 

Zakarias Wang

 

Eftirskrift:

Eg skrivi Somfelli av tí, at kaldbaksmenn, sum mangan vóru har í samgongu, ikki vistu nakað annað navn.