Somu tilboð sum Idé Møblar í Danmark

Idé Møblar hevur størsta og breiðasta úrval av madrassum elevatiónsbotnum og sengrum, umframt eitt gott og breitt úrval av tilhoyri so sum t.d. dýnum, koddum og løkum.

Úrvalið spennir frá tí heilt bíliga til tær heilt góðu og dýraru madrassurnar við elevatiónsbotnum sum eitt nú TEMPUR. Vit veita kundum okkara somu góðu tilboð og somu góðu prísir sum Ide Møblar hevur í Danmark.

Brúkarin er meira tilvitaður í dag um lívsgóðsku og týdningin av at sova væl og hvíla væl, tí eru tað madrassur í tí betra endanum, sum eftirspurningur er eftir.

Blíva vit 90 ár, hava vit ligið minst 30 ár í songini, tí mæla allir serfrøðingar fólki til at keypa sær tað bestu madrassuna, tey hava ráð til, og tað er her vit kunnu hjálpa við fíggingini. Uttan rentu og útgjald ber tað til eitt nú at keypa eina góða dupultsong og gjalda t.d. kr. 1000,- um mánaðin.

Tað kostar ikki meira enn eina til tvær krónur um náttina at sova í einari góðari song, og tað hava tey flestu ráð til.

Samanumtikið er songin tað týdningarmesta vit hava í húsarhaldinum, so her mæla vit til at tað ikki verður gingið upp á kompromi við góðskuna, tí eru starvsfólk okkara í Idé Møblum útbúgvin til at geva kundum okkara bestu og mest profesionellu vegleiðing.