Son of Fortune við nýggjum lagi

Son of Fortune hevur eisini givið nýtt videolag út til nýggja lagið "Not My Time"

Lagið er frá komandi Son of Fortune plátuni Voodoo Pop, ið er upptikin í Nasvhille Tennessee saman við Grammy-vinnandi toyminum Mike Fahey og Vance Powell.

"Not My Time" varð skrivaður í Nasvhille í januarmánaða í 2019 ein timburmannadag, eftir at Benjamin Petersen hevði verið á konsert hjá Willie Nelson.

Benjamin búði á hostellinum 1st Avenue North, og har kom hann í prát við ein av gestunum, og lívssøgan hjá manninum gav íblástur til tekstin í Not My Time.

Son of Fortune plátan Voodoo Pop kemur út 8. mai.

##med2##

Son of Fortune - Not My Time