Bjarni er sterkasti maður í Føroyum

Tað var óvæntað, at hann skuldi vinna

Kappingin um at kunna kalla seg sterkasta mann í Føroyum er beint nú liðugt – og úrslitið var óvæntað.

Úrslitið var nevniliga, At Bjarni Nielsen, úr Havn vann við 22,5 stigum, Frammanfyri ein av favorittunum, Jákup Suna Berg, sum fekk 20 stig.

 

Tað var ikki væntandi, at hann skuldi fara við sigrinum, tí frammanundan hevur mest verið tosað um, hvør av teimum báðum, Boga Hammer, ella Jákupi Suna Berg, skuldi vinna heiðurin. 

 

Maðurin, sum var sterkasti maður í Føroyum, Bogi Hammer, úr Havn, fekk 14, 5 stig og Helgi Lamhauge úr Runavík, fekk 10 stig.

Her er Bjarni Nielsen, vinstrumegin, undir liðini á Jákup Suna Berg.

Myndina hevur Dávur Winther tikið

 

Sí fleiri myndir frá kappingini við at trýsta Her. Myndirnar hevur Dávur Winther tikið

 

.. Og síggi enn fleiri myndir við at trýsta HER