Sonur Donald Trump smittaður

Bæði forsetin og forsetafrúan hava eisini havt covid-19.

 

Donald Trump Jr., sum er sonur amerikanska forsetan, Donald Trump, er staðfestur positivur fyri covid-19. Tað váttar ein talsmaður yvirfyri fleiri amerikanskum miðlum.

- Don varð staðfestur positivur í byrjanini av hesi vikuni, og hann hevur av hesi orsøk verið í sóttarhaldi í egnari smáttu. Higartil hevur hann ikki havt sjúkueyðkenni, og hann fylgir øllum leiðbeiningum, sigur talsmaðurin.

Donald Trump Jr. er hin seinasti av fleiri í einari langari røð av persónum, sum eru kring um forsetan, ið hava fingið staðfest covid-19 seinastu mánaðirnar. Bæði Donald Trump og konan, Melania Trump, hava verið smittað.

Aftrat teimum nevndu, hava nógv onnur við tilknýti til fosetan havt covid-19, og millum hesi eru eitt nú stápsleiðarin hjá forsetanum, stápsleiðarin hjá varðaforsetanum, ein lívverji forsetans, tveir høgtstandandi ráðgevarar og nationali trygdarleiðarin.