Sonur Osama bin Laden er dripin

Donald Trump váttar í dag, at Hamza bin Laden er dripin í einum álopi, sum USA skipaði fyri.

 

Hamza bin Laden var einasta barnið, sum Osama bin Laden átti saman við triðju konu síni, Khairia Sabar

Hamza bin Laden var einasta barnið, sum Osama bin Laden átti saman við triðju konu síni, Khairia Sabar

 

Hamza bin Laden, ið verður mettur at hava verið leiðari í al-Qaida og sum er sonur Osama bin Laden, er dripin í einum álopi, sum amerikumenn stóðu aftanfyri.

Hetta hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, váttað seinnapartin í dag.

Sagt verður, at Hamza bin Laden er dripin onkustaðni á markinum millum Afghanistan og Pakistan, men sagt verður ikki, nær hetta er hent. Hamza bin Laden verður mettur at vera um 30 ára aldur. 

Donald Trump heldur, at tað, at Hamza bin Laden nú er dripin, er ikki bara ein leiðaramissur fyri al-Qaida, men her verða eisini týdningarmiklu sambondini við pápan, Osama bin Laden, slitin.

Tað var annars longu hin 31. juli í ár, at fleiri stórir miðlar, eitt nú New York Times, skrivaðu, at Hamza bin Laden helst var deyður. Men, tað vóru ónevndar fregnartænastukeldur, sum tá bóru tíðindini.

Hamza bin Laden hevur verið sæddur sum framtíðarleiðarin í al-Qaida, og ætlanin hevur verið, at hann skuldi taka yvir eftir pápan, Osama bin Laden, sum varð dripin í Pakistan í 2011.

Sagt verður, at Osama bin Laden átti 23 børn, men Hamza bin Laden var einasta barnið, hann sambært keldum átti saman við sínari triðju konu, Khairia Sabar, sum var úr Saudi Arabia.

Hamza bin Laden var einasta barnið, sum Osama bin Laden átti saman við triðju konu síni, Khairia Sabar