Sosialurin: Avgerðin bleiv tikin undir kemoviðgerðini

Frida saman við soninum Jonhard.

Frida saman við soninum Jonhard.

Tá súkklararnir í teimum eyðkendu gulu vestunum hjá Team Rynkeby í næstu viku fara av landinum við Norrøna verður 40 ára gamla Frida Solbjerg Augustinussen við í hópinum, ið skal súkkla alla leiðina til franska høvuðsstaðin Paris.

Ferðin verður tikin aftaná tvey ár, ið hava verið merkt av einum stríði fyri lívinum hjá nú fimm ára gamla soninum Jonhard, sum í 2017 fekk staðfest ein svull í heilanum. Eitt tungt stríð, ið familjan kom sigrandi ígjøgnum, og sum er beinleiðis orsøkin til, at Frida Solbjerg Augustinussen nú fer við Rynkeby liðnum til Paris.

- Tá vit vóru í Danmark í samband við kemoviðgerðina, plagdi eg at sita og hyggja út gjøgnum vindeyga og síggja tey, ið runnu runt um sjógvarnar. Tá rann mær í huga, at man sigur at rørsla er góð fyri likam og sinn. So eg sendi boð eftir renniskógvunum í Føroyum, tí kanska kundi tað lættu um tungu støðuna. Tá eg hevði verið tann fyrsta ella næsta rennitúrin, segði eg við meg sjálva, at nú var eittans mál eftir. Óansæð um Jonhard kom livandi frá viðgerðina ella ikki, skuldi eg við Team Rynkeby til Paris, sigur Frida Solbjerg Augustinussen.

Les eina longri samrøðu við Fridu Solbjerg Augustinussen um stríðið hjá soninum móti krabbamein, um hvussu lívið kann broytast upp á eitt eygnabrá og týdningin av sjálvbodna arbeiðinum hjá Team Rynkeby í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið. 

Frida saman við soninum Jonhard.