Løgtingsins umboðsmaður skal eisini verja børnini

Løgtingsins Umboðsmaður skal nú eisini eftirlit við rættindunum hjá børnum

 

Nú verður virksemið hjá Løgtingsins umboðsmanni víðkað so at tað eisini skal umfata viðurskifti hjá børnum í nógv størri mun enn nú

 

Formansskapurin í Løgtinginum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at hereftir skal Løgtingsins umboðsmaður eisini verja rættindini hjá børnum.

 

Løgtingsins umboðsmaður kann longu, sum er, viðgera kærur um almennar stovnar, sum hava við børn at gera.

 

Men týdningarmesta broytingin er, at hereftir skal Løgtingsins Umboðsmaður kunna fara á eftirlitsvitjanir á privatum stovnum, hvørs uppgávur beinleiðis viðvíkja børnum.

 

Hann skal eisini kunna fara á eftirlitsvitjan í privatum fosturheimum.

 

 - Orsøkin til, at taðer neyðugt, er, at eisini einstakir stovnar og privat heim hava ábyrgd av børnum.

 

- Hetta er galdandi fyri frískúlar, bú- og umlættingarstovnar, sum eru privatir, og fosturfamiljur.

 

Men av tí, at tað eru so nógvar fosturfamiljur, er væntandi, at umboðsmaðurin bara fer at brúka hesa heimildina, har ein fosturfamilja hevur fleiri fosturbørn og tískil kann sigast at hava stovnslig eyðkenni.

 

Men umboðsmaðurin hevur ikki serligan fakligan kunnleika um viðurskiftini hjá børnum, og tískil verður neyðugt eisini at hava fólk við sakkønari vitan við á eftirlitsvitjanir.

 

Samstundis skal hann gera vart við seg hjá Løgtingi, landsstýri, ella kommunu, tá ið hann varnast, at lógir og reglar ikki samsvara við  ikki eru barnarættindasáttmálan hjá ST.