Sosialurin: Ikki bara KOKS sum dregur

Síðan matstovan KOKS slapp inn í stjørnuhimmalin hjá Michelin hevur mangan verið víst á, at ein Michelin stjørna er gull verd fyri Føroyar sum ferðamannaland, tí tað eru fólk, ið ferðast heimin runt fyri at eta á Michelin-matstovum.

Tann áhugin bleiv uppaftur størri, tá tað eydnaðist matstovuni at fáa tí seinnu stjørnuna fyrr í ár, men sambært Johannes Jensen, so eru starvsfólkini í Gist&Vist farin at leggja merki til eitt nýtt rák millum ferðafólk.

- Føroyar hava fingið eitt umdømi innan matstovuvinnuna, sum ikki einans snýr seg sum KOKS. Tað sum vit uppliva nú er, at fleiri ferðafólk koma til Føroyar at eta, men telist KOKS ikki millum einastu matstovurnar, ið tey skulu royna, vísir hann á.

Sambært stjóranum í Gist&Vist er tað eitt beinleiðis úrslit av tí góða arbeiðinum, ið matstovurnar í býnum hava gjørt fyri at veita fólkum eina góða matupplivng við denti á ta føroyska.

- Føroyar og Havnin hava fingið tann samleikan, at her fær man dygdargóðan mat. Bara í ár hava vit fleiri ferðafólk, ið eru komin fyri at eta á matstovunum Heima í Havn, á THE TARV, Katrinu Christiansen, við meira. Tey vilja uppliva atmosferuna í hesum gomlu húsunum og eta serføroyska matin á RÆST, føroyskan lambsbógv á Áarstovu og føroysku rávørurnar, ið matstovurnar bjóða, sigur Johannes Jensen í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.

Til ber at lesa alla samrøðuna í Vikuskiftis-Sosialinum, ið hesaferð hyggur nærri at vøkstrinum í talinum av matstovum í Føroyum. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.