Undirskotið av kvinnum í Føroyum vekir ans

Úti í heimi hava tey lagt merki til donsku sjónvarpssendingin um undirskotið av kvinnum í Føroyum

Danska sjónvarpssendingin  mánakvøldið um undirskotið av kvinnum í Føroyum,  hevur vakt ans ymsastaðni.

 

Sjálvt BBC hevur tikið tráðin upp í eini grein og á netinum sendingin er eisini løgd á netið við enskari tali

 

Í greinini í BBC verður staðfestingin í donsku sendingini endurtikin um, at tað eru 2.000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum og tí noyðast føroyingar at innflyta konufólk fyri at varðveita samfelagið.

 

Tey vísa á, at tað serliga eru kvinnur í burðarførum aldri, sum flyta úr Føroyum og at tað hóttir tjóðina.

 

Men so verður eisini nevnt, at menninir í Føroyum hava kanska funnið loysnina og tað er at fáa fremmandar kvinnur til Føroya og serliga er talið á kvinnum úr Filipsoyggjum stórt.

 

Tey vísa eisini til Bjarna Ziska Dahl í Klaksvík, sum giftust kvinnu úr Filipsoyggjum

 

- Vit hava brúk fyri hesum kvinnum og hann heldur, at føroyingar og tey av Filipsoyggjum eru nokk so lík.

 

Filipsoyggjar er eisini eitt oyggjaland, tó at tað er størri enn Føroyar og kona hansara leggur afturat, at í Føroyar og Filipsoyggjar líkjast eisini á tann hátt, at  familjubondini er tætt knýtt, og lívið er einfalt.