Sosialurin: Paludan kemur til Føroya í næsta mánað

- Eg meini ikki, at ein og hvør skal kunna búgva í Føroyum, men vil fyrst og fremst hava føroyingar í Føroyum, sigur Rasmus Paludan

Rasmus Paludan, stovnari av Stram Kurs (Mynd: Philip Davali / Ritzau Scanpix)

Rasmus Paludan, stovnari av Stram Kurs (Mynd: Philip Davali / Ritzau Scanpix)

Hann umtalar seg sjálvan sum frælsisins hermaður, verjin hjá teimum veiku, samfelagsins hirði, danans ljós og vónin hjá Norðurlondum. Sum stovnari og formaður í víðgongda flokkinum Stram Kurs hevur Rasmus Paludan sum mál at gera islam forboðið í Danmark.

Fyri bara heilt fáum mánaðum síðani var Rasmus Paludan ein ókendur sakførari, sum førdi seg fram á YouTube, har hann prædikaði um tað islamfría Danmark. Men seinastu vikurnar hevur hann veruliga fingið undanvind og er nú á gáttini til Fólkatingið. 

Kemur aftaná fólkatingsvalið

Paludan sigur við Sosialin, at hann hevur ætlanir um at koma til Føroya beint aftan á fólkatingsvalið 5. juni. Hann sigur, at hann javnan fær fyrispurningar frá føroyingum, sum siga seg taka undir við hansara politikki.

- Sera nógvir føroyingar siga mær, at teir skilja væl og virðiliga, hví eg stríðist fyri, at danir skulu sleppa at vera danir, tí teir vilja eisini hava, at føroyingar skulu sleppa at vera føroyingar. Eg meini ikki, at ein og hvør skal kunna búgva í Føroyum, men vil fyrst og fremst hava føroyingar í Føroyum, sigur Rasmus Paludan millum annað.

Les longri samrøðu við islamkritikaran í Sosialinum, sum kemur út í dag. Eisini ber til at lesa talgildu útgávuna av blaðnum HER.

Rasmus Paludan, stovnari av Stram Kurs (Mynd: Philip Davali / Ritzau Scanpix)

Sosialurin í dag