Sosialurin: Trupult at raðfesta innan sjúkrahúsverkið

- Tað er tungt og øgiliga trupult at raðfesta innan sjúkrahúsverkið, tí man hevur at gera við lagnur, ið lætt enda á forsíðuni á bløðum, um játtan ikki er til viðgerðina.

Tað sigur Jóanis Erik Køtlum, ið inntil nýliga var stjóri í føroyska sjúkrahúsverkinum, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, tá hann verður spurdur um hvørjar avbjóðingarnar eru í sjúkrahúsverkinum, ið gera at tað stundum er neyðugt við fleiri eykajáttanum.

Í samrøðuni vísir hann eisini á, at tað er ikki vist, at loysnin upp á trupulleikarnar í sjúkrahúsverkinum er ein hægri játta, men at tað á leiðslustøði er neyðugt at arbeiða á ein øðrvísi hátt.

- Vit kundu saktans funnið loysnir við almannaverkið, ið gjørdi heilsu- og almannaverkið fingu meiri gagn burturúr tillutaðu játtanini. Í staðin býtir man tað upp í súlur, og tá er ringt at fáa nakað samstarv upp á tvørs. Tað manglar, tí innanfyri tað almenna er tað týdningarmikið, at man er áhaldandi í samband við hini verkini, fyri at finna smartar loysnir.

Til ber at lesa eina longri samrøðu við Jóanis Erik Køtlum í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið hesa vikuna er um sjúkrahúsverkið. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.