Sóu eldkúlu yvir Nuuk

Mánakvøldið sóu fólk í Nuuk himmalin lýsa bæði grønur og bláur, tá ein eldkúla fór fram við høvuðsstaðnum stutt fyri klokkan 19.

 

Báðar myndirnar - myndin tikin í gjár og myndin tikin hin 3. januar í ár - eru privatar.

Báðar myndirnar - myndin tikin í gjár og myndin tikin hin 3. januar í ár - eru privatar.

 

Fólk, sum sóu tilburðin, siga, at hetta sá út sum ein eldkúla við longum hala. Sum skilst, sóu fleiri fólk í Nuuk hendingina, og nógv hevur verið skrivað um fyribrigdið á Facebook.

Sagt verður, at eldkúlan, sum sást júst klokkan 18.56 í gjárkvøldið, fór suður yvir á himmalinum. 

GEUS sigur við Sermitsiaq.ag, at eingin hevur vent sær til teirra um ljóð, brak ella ristingar. Stovnurin hevur heldur ikki skrásett ristingar við Nuuk.

Ti verður roknað við, at eldkúlan - ella torusteinurin, sum fyribrigdið eisini verður rópt - helst er smeltaður, áðrenn hann rakti jørðina.

- Vit vita ikki nógv um eldkúluna  - uttan tær myndir, vit hava sæð. Tað kann tí vera,  at torusteinurin hevur verið dust ella steinur, sum er smeltaður, sigur Trine Dahl Jensen, sum er jarðskjálvtafrøðingur hjá GEUS.

Stovnurin heldur, at tað hevði verið áhugavert at frætt frá fólki, sum kanska hava hoyrt eitt brak ella hava merkt ristingar í samband við eldkúluna á himmalinum tíðliga í gjárkvøldið, sigur hon.

##med2##

 

 

Báðar myndirnar - myndin tikin í gjár og myndin tikin hin 3. januar í ár - eru privatar.

Hin 3. januar í ár varð Nuuk eisini upplýstur av onkrum, sum fór lýsandi eftir himmalinum.