– Spania fremur brot á mannarættindi

Talan er ikki longur um eina katalanska kreppu, men eina spanska og evropeiska kreppu.

Tað sigur næstformaðurin í katalanska tinginum, Josep Costa, sum var á vitjan í Føroyum í farnu viku.

Josep Costa ger greitt, at avgerðin hjá sponsku stjórnini og sponsku dómstólunum at seta fleiri katalanskar politikkarar í fongsul er brot á grundleggjandi mannarættindi.

– Støðan er íbirt av einum varandi kravi um sjálvsavgerðarrætt, sum áhaldandi hevur verið noktað frá sponsku stjórnini. Tað er endað við, at stjórnin hevur sett fólk í fongsul, sum royndu at at vinna hendan sjálvsgavgerðarrættin, sigur Josep Costa.

 

– Vit eru nú í einari støðu, har at sýtanin at geva Katalonia sjálvsavgerðarrætt hevur skapt eina mannarættindakreppu, sigur Josep Costa.

Les meira í Sosialinum, sum kann lesast á netinum her.