Spanska løgreglan handtikið níggju katalansk loysingarfólk

Hald er lagt á skjøl og teldubúnað sambært sponskum blað í einum átaki ímoti einum bólki, sum skal hava havt ætlanir um harðskap.

Carles Puigdemont saman við Magna Arge, tá hann vitjaði í Føroyum í 2018

Carles Puigdemont saman við Magna Arge, tá hann vitjaði í Føroyum í 2018

Níggju katalonsk loysingarfólk eru handtikin av løgregluni í Katalonia tíðliga í morgun. Tey eru øll skuldsett fyri at hava havt ætlanir um at fremja harðskap, sigur spanska løgreglan.

– EIn dómstólur hevði givið boðini um handtøkuna, sigur talsaður fyri løgregluna uttan at upplýsa meira um smálutirnar.

Blaðið La Vanguardia skrivar, at níggju fólk eru handtikin í løgregluatsókn klokkan 5 í morgun í ymsum býum í Katalonia – millum annað í Sabadell og Parets del Valles.

– Tey níggju handtikinu eru loysingarfolk, skrivar La Vanguardia við ávísing til ónavngivnar keldur í løgregluni.

– Hald varð lagt á skjøl og telduútgerð, skrivar blaðið víðari.

Hóprørslan fyri loysing í Katalonia í útnyrðings Spania, sum í 2017 tveitti landið í stóra politiska kreppu, hevur higartil verið ein friðarlig rørsla.

600.000 katalonsk loysingarfólk mótmæltu fyrr í mánaðinum í sambandi við katalonska tjóðardagin 11. sepetember.

Upprunaliga er dagurin fyri at heiðra faldu stríðsfólkini í Barcelona í stíðnum ímóti spanska kongini Filip í 1714. Men síðani 2012 er árligi Diada-heilidagurin brúktur til at vísa stuðul til loysing frá Spania.

Katalona, sum hevur Barcelona sum høvuðsbý, hevði 1. oktober í 2017 eina umstrídda fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. Atkvøðurgreiðslan var frammanundan lýst at vera í stríð við grundlógina av spanska grundlógardómstólinum.

Eftir fólkaatkvøðuna lýsti táverandi landspartastjórnin undir leiðslu av Carles Puigdemont Katalonia sjálvstøðugt.

Tað fekk stjórnina í Madrid at leggja uppí, seta landspartastjórnina frá og skriva út nýval til landspartastýrið.

12 fólk, sum vóru við til at skipa fólkaatkvøðuna, sita enn í fongsli, sum hevur skapt øsing millum loysingarfólkið. Carles Puigdemont er flýddur úr Spania.

 

/ritzau/Reuters

Carles Puigdemont saman við Magna Arge, tá hann vitjaði í Føroyum í 2018