Sparingar á Strandferðsluni eru útsettar

Inntøkurnar hava verið hægri enn mett, so fyribils eru ætlaðu sparingarnar útsettar

 

 

Nú í juli mánað var ætlanin, at sparingar skuldu setast í gildið á Strandferðsluni.

Tað er fyri at fáa játtanina fyri í ár at halda nakað, sum lá í kortunum, var, at prísurin á ferðaseðlum til Nólsoyar skuldu dýrka 10 krónur og ferðin við Smyrli skuldi dýrka fimm krónur.

Hetta er tann upphædd, Tórshavnar Havn fær í avgjaldi fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast ímillum Nólsoy og Havnina, og ímillum Suðuroynna og Havnina. Gjaldið um Nólsoyarfjørð er dupult so høgt sum gjaldið um Suðuroyarfjørð, men tað er tí at Tórshavnar Havn eigur bæði ferjuleguna og Nólsoy og ferjuleguna í Havn.

Harumframt skuldi eisini aðrar sparingar setast í verk, og tilsamans skuldi Strandferðsan spara 4,7 milliónir tað ið eftir er av árinum.

Men nú sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, at sparingarnar verða ikki settar í verk nú kortini, soleiðis sum ætlanin annars var.

Hann sigur, at inntøkurnar hjá Strandferðsluni hava verið hægri enn mett hesar seinastu summarmánaðirnar, og tað vigar upp ímóti ætlaðu sparingunum.

Tí hevur Strandferðslan útsett øll sparitiltøk til í september, tá ið ein greiðari mynd fæst av, hvussu árið fer at hilnast.

Men um tað heilt slepst undan at seta sparingar í verk, í ár, eru tað ov tíðliga at siga nakað um enn.

Hann sigur, at nakrar ørsøkir til, at inntøkurnar eru hækkaðar, eru, at nógv fleiri fólk hava ferðast til Mykinesar, til Kalsoyar og til Suðuroyar, enn upprunaliga mett.

Somuleiðis er farmaflutningurin nógv vaksin, eisini talið á sertúrum hevur verið størri enn mett, eitt nú í sambandi við at flyta amboð og útgerð í sambandi við Sandoyartunnilin.

Alt hetta er, at vit hava gjørt av at bíða við ætlaðu sparitiltøkunum, í hvussu so er til september,tá ið vit taka eina endaliga støðu, sigur Hilmar Eliasen.