Einki álit á leiðsluna

Sosialurin hevur fingið innlit í trivnaðarkanningina, sum Almannaverkið hevur gjørt í Heimatænastuni

Hallur Thomsen er stjóri á eldradeplinum

Hallur Thomsen er stjóri á eldradeplinum

”Søgurnar eru ein lemjandi kritikkur av leiðsluni í síni heild”. Tað er niðurstøðan í kanningini av trivnaðinum millum starvsfólkið í øki 1, Suðurstreymoy, sum Almannaverkið setti í verk í mai mánaða.

Upprunaliga var ætlanin við ”trivnaðarstøðumetanini”, sum kanningin er nevnd, at seta eina leiðslumenningatilgongd í verk, men tá úrslitið kom, metti sálarfrøðingurin, sum stóð fyri kanningini, ikki, at tað loysti seg, tí einki álit var á leiðsluna.


Les eisini: Kann ikki skjalprógva flýggjan frá øki 1


Sosialurin hevur fingið innlit í trivnaðarkanningina, sum førdi til, at økisleiðarin í Suðurstreymoyarøkinum mátti fara frá, og her stendur millum annað, at álitið til leiðsluna er sera lítið millum starvsfólkið, men at álitið á deildarleiðararnar ”møguliga kann bøtast um, um deildarleiðararnir fáa ein leiðara, sum tryggjar, at deildarleiðararna útfylla sína rollu og funktión, sum skipanin leggur upp til”.

Dagligi leiðarin á Lágargarði, Meta av Fløtum var sett í starv stutt eftir at økisleiðarin var farin frá. Hetta fyri at fáa bøtt um viðurskiftini sum sjótast.

Les eisini: Fór illa við starvsfólkunum

Meta av Fløtum skal røkja starvið sum dagligur leiðari á Lágargarði samstundis sum, at hun virkar sum økisleiðari í Suðurstreymoy