Herfyri syrgdi Sp/f Bora fyri einum jarðhitaholi til Mariu Poulsen Búnýti á 400 metrar niður í undirgrundina. Á myndini er Martin Sivertsen.

Sp/f Bora syrgir fyri jarðhitaholinum

- Men, vit gera eisini aðrar boriuppgávur enn júst boringar til jarðhita, sigur Martin Sivertsen.

 

Byggir tú nýggj sethús - ella tú ætlar tær at skifta oljufýr út við jarðhitapumpu í verandi húsum - so skal eitt hol borast. Tað er her, at fyritøkan Sp/f Bora, sum Martin Sivertsen og Ørvur Heinesen eiga og reka, kemur inn í myndina.

- Vit hava fleiri ára royndir við grønari orku og at gera boringar til jarðhita. Vit eru ein føroysk fyritøka burtur av, og tí er styrkin hjá okkum, at vit kunnu bora alt árið, og tískil er bíðitíðin ikki so long.

Tað sigur Martin Sivertsen, sum vit hava skift orð við.

 

Hava bestu útgerð

Sp/f Bora hevur bestu maskinur og útgerð til sína uppgávu.

- Vit hava tann størsta kompressaran í landinum, ein Atlas Copco og ein borivogn, Comaccio GEO 600, og hetta er soleiðis nógv tann besta útgerðin á marknaðinum til tær uppgávur, sum vit bjóða okkum at gera fyri viðskiftafólk, sum eru bæði privatfólk, kommunur og landið.

Ein av seinastu boriuppgávunum, sum Sp/f Bora hevur gjørt, er eitt borihol beint í túninum hjá P/F Mariu Poulsen í Tórsgøtu í Havn.

- Hetta holdið fer niður á 400 metrar. Orsøkin er, at húsið er stórt og krevur nógva orku, og djúpri vit fara, tess størri verður orkan, sigur hann.

 

Eru royndir í leikum

Martin Sivertsen hevur fingist við jarðhitaboringar í eini fimm ár, og hann hevur soleiðis verið við til at bora stívliga 500 hol tilsamans.

- Men, vit gera eisini aðrar uppgávur enn júst boringar til jarðhita. Vit hava eisini gjørt royndarboringar fyri Landsverk í samband við tunnilsætlanir, og vit bora eisini fyri kommunur í samband við kloakkarbeiði og annað.

Hann sigur, at Sp/f Bora eisini hevur gjørt uppgávur í samband við, at størri byggiverkætlanir, og her hevur uppgávan eitt nú verið at kannað eftir, hvussu stórt molddýpið er.

- Tey, sum vilja vita meira um okkara virksemi, eru vælkomin at hyggja inn á heimasíðuna - www.bora.fo, sigur Martin Sivertsen.

Herfyri syrgdi Sp/f Bora fyri einum jarðhitaholi til Mariu Poulsen Búnýti á 400 metrar niður í undirgrundina. Á myndini er Martin Sivertsen.