Spider-Man sleppur at halda fram

Sony og Disney hava loyst ósemjuna, ið hótti nýggja filmin um ungu superhetjuna

Mynd: Ritazau/Scanpix

Mynd: Ritazau/Scanpix

Spider-Man sleppur at halda fram í Marvel-heiminum, aftaná at stóru filmsfeløgini Disney og Sony hava loyst ósemjuna sínámillum, og avgjørt at framleiða ein triðja film um ungu superhetjuna. Tað skrivar amerikanski miðilin CNN.

Filmsfelagið Sony eigur rættindini til Spider-Man, men hevur síðan 2015 lovað Disney, og harvið Marvel, at brúka Spider-Man í Marvel filmum.

Úrslitið av tí samstarvinum hevur higartil ført til filmarnar Spider-Man: Homecoming og Spider-Man: Far From Home, har Spider-Man hevur høvuðsleiklutin, umframt at unga hetjan hevur havt leiklutir í Avengers filmunum.

Men samstarvið tóktist at fáa ein bráðan enda í farna mánað, tá feløgini blivu ósamd um framleiðsluna av einum nýggju Spider-Man filmi. Men nú boða feløgini frá, at ein loysn er funnin á ósemjuni og at arbeiðið við triðja filminum í røðini kann halda fram.

Sambært CNN vóru inntøkurnar frá nýggjasta Spider-Man filminum 7,5 milliardir krónur, og eru tað einans Avengers: Endgame og the Lion King, ið hava tjent meira higartil í ár.  

Mynd: Ritazau/Scanpix