Spildurnýggir countrytónar frá Ólavi

Hoyr nýggja lagið “Títt vakra eygnabrá" her

Ólavur á Váli Olsen hevur í dag givið enn eitt nýtt staklag út. Sangurin kallast “Títt vakra eygnabrá”. 

- Hesaferð er talan ikki um ein um Føroyar, sum eg havi gjørt nakrar av eftir hondini, men eitt kærleikslag, sigur Ólavur á Váli Olsen skemtandi.

- Eg havi fingið hjálp frá tveimum góðum monnum at gera tekstin til sangin, og eg haldi, samstarvið gav eitt gott úrslit, sigur hann.

Sangurin er innspældur, ljóðblandaður og mastraður í Crossroads Studio í Asheville, sama stað, sum Ólavur spældi inn sína fløgu útgávu í 2017. Røddirnar eru tiknar upp í studionum hjá Ólavi og hjá Kris Stuff Studio, sum er rikið av Kristoffer Mørkøre.

Tú kanst hoyra nýggja lagið, sum er tøkt á YouTube, Apple Music og Spotify, her:

##med2##

ÓLAVUR - Títt vakra eygnabrá