Spilloljuverkið letur ikki aftur í fyrstu syftu

Eftir áheitan frá Føroya Landsstýri hevur nevndin hjá IRF samtykt at útseta fráboðaðu afturlatingina av Spilloljuverkinum, meðan Landsstýrið og IRF arbeiða við at gera ein nýggjan sáttmála

 

Fyri at Spilloljuverkið kann halda fram, er tó neyðugt at broyta galdandi prísskipan fyri at minka um hallið, skrivar IRF í tíðindaskrivi.

IRF hevur sáttmála við Føroya Landsstýri um raksturin av Spilloljuverkinum, men í løtuni eru partarnir ikki samdir um, hvør skal fíggja hallið av verkinum.

Tískil hevur nevndin hjá IRF samtykt at broyta prísskipanina. Frá týsdegnum 19. november 2019 at rokna, skulu tey, sum lata spillolju og oljudálkað vatn til Spilloljuverkið, gjalda 1 kr/litur. Hetta verður tó ikki galdandi fyri limakommunur felagsins.

Nýggja prísskipanin verður galdandi, inntil nýggjur sáttmáli er gjørdur millum IRF og Føroya Landsstýri.