Minningarorð um

Anette Wang doyði 20 juli 90 ára gomul. Hon var gløgg og og vælorienterað í øllum samfelagsviðurskiftum næstan til tað seinasta. Men nú var hon troytt og merkt av sjúku og aldursbrekum.

Anette Wang var fødd í 1911 í Helsingør. Hon var útbúgvin farmaceutur og kom til Føroyar at arbeiða í 1945 á Tjaldurs Apoteki. Har var hon til hon fór frá fyri aldur í 1981. Hon var gift við Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum, og tey høvdu sonin Sverra. Anette ferðaðist ofta til Danmarkar og hevði allatíðina tætt...