Liverpool vendi 0-3 frá fyrra dystinum til samanlagdan sigur upp á 4-3 og eru klárir til Champions League-finaluna annað árið á rað og níggjundu ferð tilsamans, skrivar Ritzau. (Foto: PHIL NOBLE/Ritzau Scanpix)

Sponsk bløð háða Barcelona: Søguligt skrædl

Barcelona tapti í gjárkvødlið 0-4 ímóti Liverpool, sum harvið samanlagt vann 4-3 og fer víðari til CL-finaluna.

Liverpool vendi 0-3 frá fyrra dystinum til samanlagdan sigur upp á 4-3 og eru klárir til Champions League-finaluna annað árið á rað og níggjundu ferð tilsamans, skrivar Ritzau. (Foto: PHIL NOBLE/Ritzau Scanpix)

FC Barcelona fær eisini bank í sponskum miðlum, eftir at liðið í gjárkvøldið kundi staðfesta ultimativa niðurtúrin.

Spanska liðið, sum er á tambi við fótbóltsstjørnum, tapti Champions League-hálvfinaluna við 0-4 móti Liverpool, sum fer víðari í finaluna við samanlagda úrslitinum 4-3, meðan Barcelona-spælarar drípandi høvur mugu úr kappingini.

Ítróttarmiðilin Sport skrivar á forsíðuni »Størsta láturliggerðin í søguni« og fer víðari við ábreiðslunum.

– Skomm. Tað eru ikki frægari orð at lýsa størsta kleyvarskapin í søguni hjá Barcelona. Eyðmýkingin á Anfield er nógv størri enn brølarin móti Roma í fjør.

– Í dag gráta Barcelona-hjørtu kring allan heimin. Í vreiði. Í máttloysi. Einki seinastu øldina kann metast javnt við dystin á Anfield.

Blaðið Marce samanber eisini úrslitið í gjár við niðurtúrin hjá Barcelona í fjør í Champions League-fjórðingsfinaluni, tá liðið tapti 0-3 ímóti Roma eftir at hava vunnið fyrra dystin 4-1.

– Men hetta fer at pína nógv meira. Tað var eitt søguligt skrædl allan vegin ígjøgnum, skrivar blaðið.

– Barcelona var ein skuggi av sær sjálvum. Fjálturstungna byrjanin var sjónlig við ókenda spælinum við at sparka langar bóltar í staðin fyri at spæla upp aftanífrá gjøgnum miðjuna og í álpið, skrivar blaðið.

Lokali miðilin Don Balón letur serliga ónøgdina ganga út yvir Lionel Messi og Barcelona-venjaran Ernesto Valverde.

– Ótrúligt. Tað eru ikki orð fyri tí. Minnið úr Róm var enn fríkst, men nú hendi tað sama aftur, bara verri. Messi leveraði ikki.

– Ernesto Valverde hevur ikki nógv gott í væntu. Hansara fótbóltur hóskar ikki til Barcelona-filosofiina. Viðhaldsfólkið dámar hann ikki, og stjørnurnar hava onga respekt fyri honum, skrivar miðilin.

/ritzau/