Vóna at kunna liva saman í Føroyum sum hjún

Hjúnalagið ímillum Maritu Thomsen og konuna, er viðurkent víða hvar - uttan í Føroyum. Men tað vónar hon, fer at broytast

Marita Thomsen úr Havn, høgrumegin, og konan, Fiorella Montero úr Peru, hava verið gift í 15 ár. Hjúnalagið er viðurkent víða hvar - men bara ikki í Føroyum

Marita Thomsen úr Havn, høgrumegin, og konan, Fiorella Montero úr Peru, hava verið gift í 15 ár. Hjúnalagið er viðurkent víða hvar - men bara ikki í Føroyum

Vónandi sleppa samkynd at giftast í Føroyum, so at eg og konan kunnu sleppa at liva  her á landi sum hjún.

Tað verður bønin hjá Maritu Thomsen á ársins Faroe Pride tiltaki í morgin, sunnudagin.

 

Í 15 ár hevur Marita Thomsen úr Havn verið gift við Fiorellu Montero úr Peru.

Teirra hjúnalag er viðurkent víða hvar – men bara ikki í Føroyum.

 

Á ársins Faroe Pride tiltaki í morgin, fer Marita Thomsen at halda røðu, har hon fer at fegnast um, at uppskot um samkynt hjúnalag er lagt fyri Føroya Løgting til viðgerar.

Og hóast tað fall, heldur hon, at hetta er tekin um, tíðirnar eru við at broytast. Og hon vónar at tað kann verða lagt fram aftur, so at  hon og konan kunnu sleppa at liva saman sum lógliga gift hjún í Føroyum eisini.

 

Faroe Pride tiltakið í morgin er tað fimtu av hesum slagi í Føroyum og umframt røðuna hjá Maritu Thomsen, verður tónleikur og sangur frá Byrta, Hanus G. Johansen, Signar í Homrum, The Dietrichs, Jóhan í Kollafirði og øðrum.

 

Skrúðgongan byrjar við Gundadalshøllina klokkan 15 og fer oman á tivoliøkið á Skálatrøð, har røður, sangur og tónleikur verður

 

- Talan er eitt afturvendandi tiltak upp undir hvørja ólavsøku, har samkynd, tvíkynd, tvørkynd og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til - og at tey eru errin av at vera til, siga fyrireikararnir

 

Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá øllum føroyingum, og setir fram ynski um eitt rúmligari Føroyar, har líkarættur er galdandi fyri allar borgarar.