Spor sum geva løgregluni høvuðbrýggj

Høvuðsreglan er, at ein televeitari hevur tagnarskyldu, og veitarin hevur eisini skyldu til at sletta, tá ein tíð er farin.

 

Anne-Elisabeth og maðurin og miljarderurin, Tom Hagen. Mynd: Privat.

Anne-Elisabeth og maðurin og miljarderurin, Tom Hagen. Mynd: Privat.

 

Í málinum um horvnu Anne-Elisabeth Hagen, sigur norska løgreglan seg hava funnið spor, sum benda á, at brotsgerðin móti ríkmanskonuni er fyrireikað einar fýra mánaðir, áðrenn konan hvarv. Tað er júst hetta, sum kann gera málið torført at loysa hjá løgregluni. Tað skrivar norska Dagbladet í kvøld. 

Heimasíðan skrivar, at talan er um eitt ítøkiligt elektroniskt spor, sum vísir fyrireikingar av flytingum í kryptovaluta longu tíðliga í juli í 2018 - ella næstan fýra mánaðir, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv hin 31. oktober í 2018. Sporini hava givið løgregluni høvuðbrýggj.

Sambært upplýsingum, sum Dagbladet hevur, savnaði løgreglan fjarskiftisdata, eitt nú hjá manninum og miljarderinum, Tom Hagen, og hesi data rukku aftur til hin 2. august í 2018 - ella 90 dagar, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Tað, sum hendi fyri ta tið, tá løgreglan er komin eftir, at spor eru heilt aftur til byrjanina í juli, verður helst ein loyndardómur. 

- Tá tú brúkar elektroniskt samskifti, letur tú eftir tær elektronisk spor, sum í ávísa tíð verða goymd hjá veitaranum. Her sæst, hvønn tú hevur ringt til, og hvør hevur ringt til tín. Her sæst longdin á samtalum, og veitarin goymir eisini send og móttikin sms.

Tað sigur deildarstjórin, Elise Knutssøn Lindeberg, sum starvast á trygdardeildini hjá Nasjonal Kommunikasjonsmyndighet (Nkom) í Noregi.

Aftrat, at fjarsiftisdata verður goymt, verður eisini signaliseringsdata goymt. Hesi data koma frá ymisku støðunum, og her verður tín telefon skrásett - eisini, tá tú ikki brúkar telefonina. Skipanin fangar signalið frá telefonini og skrásetir, hvar tú ert.

Avbjóðingin hjá løgregluni er tann tíðin, sum liggur aftan fyri nevndu 90 dagar, sum data verður goymt. Heldur løgreglan, at ymiskar fyrireikingar eru farnar fram meira enn 90 dagar, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv, stendur løgreglan nú á berum í hesum sambandi - uttan møguleika at fáa fatur í upplýsingum.

- Høvuðsreglan er, at televeitararnir hava tagnarskyldu. Tey hava eisini skyldu til at sletta, sigur deildarstjórin, Elise Knutssøn Lindeberg og leggur aftrat, at tá tað ikki longur er neyðugt við upplýsingunum í samband við eitt nú at senda út faktura, skulu upplýsingarnir slettast.

Hon vísir á, at í samband við signaliseringsdata er vanligt at goyma hesi í mesta lagi í 21 dagar.

Fjarskiftisdata hava í nógv ár verið ein ógvuliga týdningarmikil partur, tá løgreglan kannar kriminalitet. Tá verður hugt eftir, hvør var á staðnum og nær, og hvør snakkaði við hvønn. Tí kann fjarskiftisdata ofta gerast ógvuliga viðkomandi í einari uppkláring. 

Dagbladet hevur eisini vent sær til løgregluadvokatin, Haris Hrenovica, í samband við, at fjarskiftisdata ikki verður goymt longri enn 90 dagar. Heimasíðan hevur spurt, um hetta hevur verið við til at gjørt kanningararbeiðið hjá løgregluni truplari.

- Løgreglan noyðist altíð at halda seg til galdandi reglur fyri goymslu av teledata, og tískil verður arbeitt út frá teimum møguleikum, ið eru, sigur Haris Hrenovica. 

Sambært VG er tað ikki minst her, at trupulleikin hjá løgregluni liggur í samband við fyrstu sporini og - eftir teirra tykki - fyrireikingarnar til brotsgerðina móti ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum løgreglan heldur seg hava spor eftir nakrar mánaðir, áðrenn hon hvarv.

 

 

Anne-Elisabeth og maðurin og miljarderurin, Tom Hagen. Mynd: Privat.