SSL-menn í masku

Nú korona-smitta aftur ger um seg í Føroyum, og vit hava fingið fleiri smittutilburðir, møtir tú monnum, sum sigla fyri SSL, í masku.

 

Soleiðis møtir tú monnunum umborð á skipum hjá Strandfaraskipum Landsins, nú Føroyar aftur hava fingið fleiri smittutilburðir, og alt eigur at vera gjørt til tess at byrgja uppfyri smittuspjaðing.

- Vit mugu aftur til tíðina, tá flestu tóku atlit - tá fólk hildu frástøðu, og tá reinføri var í hásæti, eru boðini hjá okkara heilsumyndugleikum og ráðgevum á økinum, nú smittukeldur aftur eru í Føroyum.

Tað, sum mong spáddu, er hent. Spátt varð nevniliga um, at eisini Føroyar fóru at fáa fleiri smittutilburðir í heyst, eins og støðan er í fleiri øðrum londum - bæði úti í heimi og í londunum kring um okkum. 

Í fleiri londum eru smittutølini veksandi, og eisini í evropeiskum londum er talið av smittaðum vaksið so mikið nógv, at lond, sum hava verið grøn, nú aftur eru - ella eru við at gerast reyð.

Strandfaraskip Landsins eiga rós uppiborið fyri, at manningin tekur atlit, nú eisini Føroyar eftir øllum at døma eru á einum vegamóti við veksandi smittutilburðum. Tískil bera menn umborð á skipum hjá SSL nú masku.