SSL sløkkir ljósið í Hesti

- Vit vóna, at Hestur kann varðveita teir túrar, ið eru, sigur Óluvá Zachariasen, sum her greiðir frá teirri ætlan, sum Strandfaraskip Landsins hava við oynni.

- Hestfólk eru hørm um at missa Spógvan, tí báturin hevur tryggjað oynni eina meira støðuga farleið.

- Hestfólk eru hørm um at missa Spógvan, tí báturin hevur tryggjað oynni eina meira støðuga farleið.

 

Á borgarafundi í Hesti hósmorgunin fingu fólk at vita, at Spógvin verður tikin úr sigling, tí pengar eru ikki játtaðir til at hava hann í sigling. Spógvin og Teistin hava annars skiftst um at røkja hestleiðina.

- Hestfólk hava havt túrar gerandisdagar úr Hesti klokkan 07, 9.05, 17.25 og klokkan 19.30. Harumframt hevur Spógvin siglt klokkan 14.50 mánadag, mikudag og fríggjadag úr Hesti.

Óluvá Zachariasen sigur, at um vikuskiftið er siglingin eitt sindur øðrvísi.

- Hetta merkir, at Hestur hevur havt fýra túrar dagliga - og onkran dag fimm túrar. Men, sambært uppskotinum hjá Strandfaraskipum Landsins um nýggja ferðaætlan, sum løgd varð fram á borgarafundinum í Hesti, fella túrarnir klokkan 07 og 17.25 burtur.

Óluvá Zachariasen vísir á, at allir túrar eru tilkallitúrar, og tað merkir, at er einki ferðafólk, er heldur eingin túrur. Hon sigur, at fólk í Hesti eru hørm um ætlaninar hjá SSL, men tey hava eina vón um, at Strandfaraskip Landsins broyta meining og soleiðis eisini ferðaætlanina, sum er í uppskoti.

- Vit vóna, at Hestur kann varðveita teir túrar, ið eru. At taka túrin klokkan 07 burtur, er sera óheppið, tí tá fellur møguleikin fyri at búgva/ gista í Hesti og arbeiða á meginlandinum burtur. Tá hevur man í øllum førum sløkt í einari oyggj, sum hon tekur til.

Hon sigur, at tað er eisini sera óheppið at missa túrin klokkan 17.25, tí hetta er ein góður møguleiki hjá hestfólki, sum fara ørindi til Havnar, eitt nú til lækna, fysioterapi ella hvat tað nú kann vera.

- Tað er rættiliga leingi at skula vera í Havn frá klokkan gott 09 á morgni til klokkan 19 - bara tí, tú skalt eitt lítið ørindi til Havnar. Hetta svarar til at seta ein bumm við Vágatunnilin ella Norðoyatunnilin og siga, at eingin ferðing er millum klokkan 09 og 19.

Óluva Zachariasen sigur, at hestfólk eru hørm um at missa Spógvan, tí báturin hevur tryggjað oynni eina meira støðuga farleið. Hinvegin er Spógvin sera lítil - ikki nógv størri enn ein tufla, sum hon tekur til.

##med2##

- Spógvin tekur bara 25 ferðafólk um summarið og 18 um veturin. Pláss er ikki fyri viðføri og øllum ferðafólkum inni, um báturin hevur fult ferðafólkatal við. Manningin er ómetaliga fitt og lagalig, men báturin er ov lítil, og hann er óegnaður til fólk, sum eru illa gongd, leggur hon aftrat.

- Hestfólk eru hørm um at missa Spógvan, tí báturin hevur tryggjað oynni eina meira støðuga farleið.