Staðfest korona eftir tvær vikur í sóttarhaldi

Møðgurnar Anna Kari Bjartalíð og trý ára gamla Annika Bjartalíð hava seinastu tvær vikurnar verið í sóttarhaldi, tí Annika hevði verið í tøttum sambandi við smittaðan persón. Dagin fyri at sóttarhaldið skuldi vera av, varð Anna Kari staðfest positiv við koronasmittuni, og tí varð sóttarhaldið longt

Í smáar tvær vikur hevur Anna Kari Bjartalíð verið í sóttarhaldið saman í trý ára gomlu dóttur síni Anniku.

Saman eiga Anna Kari og maður hennara Carsey Bjartalíð 11 ára gomlu Elisabeth, trý ára gomlu Anniku og Kára, ið er hálvt annað ára gamal. Carsey, ið siglur úti, var ikki heima, tá eitt starvsfólk á stovninum, har Annika gongur, fekk staðfest koronasmittuna. Hetta hevði við sær, at familjan skuldi í sóttarhald, tí Annika hevði havt samband við starvsfólkið.

– Vit fóru í sóttarhald fríggjadag, og tá vikuskiftið var av, fekk Annika sjúkueyðkenni og gramdi seg um pínu í hálsinum. Eg byrjaði eisini at merkja eitt sindur sjálv.  Vit vórðu báðar potaðar tá, men úrslitini vóru negativ, og tey boðini fingu vit mikudagin 18. mars, sigur Anna Kari frá um tíðina í langa sóttarhaldinum.

Hon fekk tá at vita, at ein kann bera smittuna í 12 dagar, hóast hon ikki brýtur út, men tú smittar í 48 tímar, áðrenn tú verður sjúkur.

Síðsta vikuskifti varð Anna Kari illa fyri. Hon helt tó, at tað bert var eitt forkølilsi, tí hon jú hevði verið testað negativ. Hon valdi tó kortini at siga læknanum frá, sum helt, at hon skuldi testast aftur. Ann Kari varð testað aftur mánadagin, og mikudagin fekk hon svarið.

–Eg bíðaði eftir, at telefonin skuldi ringja. Tá eg sá, at tað var eitt danskt nummar, so visti eg, at tað var landslæknin, og at eg var positiv. Og so varð, sigur Anna Kari Bjartalíð.

Anna Kari Bjartalíð er ómetaliga glað um, at hon valdi at seta seg í samband við kommunulæknan aftur, og at hon síðani varð testað fyri aðru ferð.

– Annars hevði eg fingið alla familjuna úr Havn norð til Klaksvíkar hósdagin. Hóast mítt størsta ynski júst nú er at síggja hini bæði børnini og restina av familjuni, so er hetta ómetaliga gott, sigur hon. 

– Í telefonin segði landslæknin eisni, at tað var gott, vit hava ikki borið smittuna víðari, tí vit hava ikki havt samband við onnur. Eg fekk at vita, at mítt sóttarhald nú er longt til 48 tímar eftir, at sjúkueyðkennini eru burtur. Annika kann tó fara út nú, og eg skal bara minnast til at vaska henni hendurnar og spritta tær, sigur Anna Kari Bjartalíð.

 

Les alla samrøðuna við Annu Kari í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og í talgildari útgávu her