Stakksdagur

Tað eru Mentanardagar í Sunda kommunu, og nógv verður gjørt burturúr. Í dag er serligur dagur í Tjørnuvík, nú menn fara í Stakkin eftir veðurlombum, veðrum og øðrum seyði

Mynd: Stakkurin

Mynd: Stakkurin

Fólk, ið høvdu áhuga, kundu melda seg til at vera við.

Tað er ógviliga forkunnugt at fara út í Stakkin við rennistrongi. Í Stakkinum verður rikið og fingið fatur á seyðinum. Síðani verður hann førdur yvirum við rennistronginum og leiddur heim í bygdina.

Klokkan 17 í dag er uppboðssøla við bygdahúsið. Veðrar verða seldir, og tað verður eisini selt í stykkjum. Tjørnuvíksmenn bjóða seg til at fletta.

##med2##

##med3##

Mynd: Stakkurin

Mynd: Stakkurin

Mynd: Stakkurin