Standa nú eftir við 20 bilførarum

VG veit at siga, at tað er bara ein vegur til ognina, har ríkmanshjúnini, Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu.

 

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.

 

Síðan norska ríkmanskonan, 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum hin 31. oktober í fjør, hevur løgreglan eitt nú roynt at funnið út av, hvørjir bilar koyrdu í umhvørvinum í Lørenskog henda dagin.

Norska heimasíðan – www.vg.no – veit at siga, at av 100 gátuførum bilum og bilførarum, sum løgreglan hevur skift orð við, standa tey nú eftir við 20.

Mett verður, at bilarnir kunnu verða við til at loysa gátuna um Anne-Elisabeth Hagen. Hvat er hent henni, og hvar hon er, veit eingin.

Sum skilst á heimasíðuni, hevur løgreglan serliga lagt seg eftir at kanna silvurgráar bilar, men her sigur eingin bilførari, sum løgreglan hevur avhoyrt, seg hava koyrt nakran gátuføran veg til ella úr økinum.

Tíðliga í málinum skuldi vitni nevniliga hava sæð onkran gráan bil, har bilførarin vísti sjaldsaman atburð og koyrdi onkran heldur løgnan snarveg í økinum.

Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, vil ikki siga nakað um, hvussu nógvir tímar ella minuttir talan er um, har bilar í økinum eru áhugaverdir.

Uppgávan hjá løgregluni er í hesum førinum at eyðmerkja bæði bilar, bilførarar og eigara av bilinum, umframt hvar hesir bilar hava koyrt henda dagin, tá konan hvarv.

VG veit eisini at siga, at tað er bara ein vegur inn til ognina, har norsku ríkmanshjúnini, Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu.

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.