Stanley við nýggjari útgávu

Nýtt frá føroyska tónleikaranum Stanley Samuelsen

Útgávan “No. 8” frá TUTL records kemur 15. november, bæði á fløgu og sum talgild útgáva at taka niður av netinum. Stílurin er, eins og á hinum 7 fløgunum hjá Stanley, norðurlendskt americana, og er tað serliga fingrafima akkustiska gittarspælið og sangurin, ið bindir alt saman.

Tónleikin hevur Stanley sjálvur skrivað. Løgini á útgávuni eru skiftandi við friðarligum balladum og kærleikssangum, summir teirra meira rútmiskir við trummum og el-guittara. Stanley spælir øll ljóføri uttan trummur, sum Gert Smedegaard hegnisliga tekur sær av.

Stanley Samuelsen er gitin fyri at geva eldri føroyskum yrkingum nýtt lív við sínum lagfagra og einfalda tónleiki. Egnu tekstir Stanleys eru minnir frá hansara lívi í bæði Føroyum og Danmark, har hann hevur búð síðan hann var 19 ára gamal. Annars eru tekstir hjá Janus og Hans Andrias Djurhuus, Louis Zachariasen, Regin Dahl og Obert Eliasen.

Útgávutiltak verður fríggjadagin 15. november kl 16 í Tutl-handlinum og leygardagin 16. november kl 12-14 í Ribarhúsi í Fuglafirði. Eisini hevur hann konsert í Reinsaríðnum seinni á degnum hesar dagarnar.