Starvsfelagið feiraði stovningardagin

JUBILEUM: Í dag eru 60 ár liðin síðani størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið í Smæruni og í hølum felagsins. Felagið eitur frá í dag Starvsfelagið.

 

 

Fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum, saman við sitandi formanni, frammanfyri nýggja navni og grafiska samleika felagsins. Frá vinstu Andrass Skaalum, Jákup Danielsen, Selma Ellingsgaard, Gunnleivur Dalsgarð og Súni Selfoss.

Fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum, saman við sitandi formanni, frammanfyri nýggja navni og grafiska samleika felagsins. Frá vinstu Andrass Skaalum, Jákup Danielsen, Selma Ellingsgaard, Gunnleivur Dalsgarð og Súni Selfoss.

Stovningardagurin er hildin við manér í allan dag.

Fyrrapartin vóru fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum til morgunmatar í hølum felagsins. Og bæði fyrrapartin og seinnapartin hevur verið opið hús, har bæði limir, álitisfólk og nógv onnur stukku inn á gólvið til te, kaffi og lagkøku.

Nýtt navn og grafiskur samleiki

Aftaná døgverða var eitt tiltak fyri umleið 100 innbodnum í Smæruni.

Súni Selfoss, formaður kunngjørdi nýggja grafiska samleikan og nýggja navnið “Starvsfelagið”, sum varð tikið alment í brúk í dag. Tað er lýsingarstovan Virka sum hevur gjørt nýggja grafiska samleikan.

Eisini varð ein nýggj heimasíða kunngjørd, sum loysir gomlu heimasíðuna av, sum hevur eini 10 ár á baki.

Og loksins varð eitt jubileumsrit lagt framt, sum Kári Mikkelsen, journalistur hevur lagt til rættis. Innihaldið eru samrøður við fyrrverandi forfólk í felagnum um fakfelagssøguna og verandi formann og nevndarlimir í felagnum um framtíðar avbjóðingarnar. Harumframt er áhugavert søguligt tilfarið úr søgu felagsins at lesa í blaðnum.

##med2##

Røður og tónleikur

Núverandi og fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum hildu røður á hátíðarhaldinum í Smæruni, og Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevði framløgu um samfelagsliga leiklutin hjá føroysku fakfelagsrørsluni.

##med3##

Borðreitt var við lættari ábiti og drekkandi aftur við. Og undirhaldinum syrgdu Finnur Hansen, tangentleikari, og kvinnubólkurin Sway fyri.

##med4##

Niðanfyri síggjast nakrar av myndunum, sum vóru tiknar á 60 ára jubilemumshaldinum hjá stóra fakfelagnum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum í dag fekk navnabroyting til Starvsfelagið.

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

Fyrrverandi forfólk í Starvsmannafelagnum, saman við sitandi formanni, frammanfyri nýggja navni og grafiska samleika felagsins. Frá vinstu Andrass Skaalum, Jákup Danielsen, Selma Ellingsgaard, Gunnleivur Dalsgarð og Súni Selfoss.

Jákup Danielsen, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, heldur røðu.

Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, heldur røðu.

Finnur Hansen spældi undir.

Kvinnubólkurin Sway.

Ann Ellingsgaard, samskipari í Fakfelagssamstarvinum, og fakfelagsfelagar til morgunmat hjá Starvsfelagnum

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, avdúkar nýggja grafiska samleikan hjá felagnum og nýggja navnið “Starvsfelagið”.