Starvsfólk og avvarðandi fáa kreppuhjálp

- Hetta er tungt fyri allar starvsfelagar og avvarðandi, sum eru rakt, sigur dagligi leiðarin í tyrlufelagnum.

 

Dagligi leiðarin í Helitrans, sum er felagið, ið átti tyrluna, sum datt niður í ein útsynning úr Alta í gjár við seks fólkum umborð, sigur, at felagið hevur skipað eina kreppuhjálp. Richard Simonsen, leiðari, sigur, at hetta er ein ógvuliga tungur dagur í Alta.

Tá norska heimasíðan - www.vg.no - spyr, hvussu hann vil lýsa dagin, sigur hann soleiðis: - Hetta er tungt fyri allar starvsfelagar og avvarðandi, sum eru rakt. Hann sigur, at fleiri í leiðslu felagsins eru komin upp til Alta og enn fleiri fara at koma.

Seks fólk doyðu, tá tyrlan datt niður í Kvenvik-økinum nærindis Alta seinnapartin í gjár. - Í dag ræður tað um at taka hond um hvønn annan, sigur Richard Simonsen. Fólk, sum starvast fyri skaðanevndina, eru farin á vanlukkustaðið at royna at finna út av, hvat tað var, sum hendi, tá tyrlan datt niður.

Kåre Halvorsen, leiðari í skaðanevndini, segði í morgun, at fleiri kanningarfólk fara at kom á staðið, har tyrlan liggur, og her verða eisini umboð úr franskari skaðanevnd og umboð fyri tyrluframleiðaran í Fraklandi.

Leiðarin í skaðanevndini heldur tað vera alt ov tíðliga at úttala seg um orsøkina til vanlukkuna, og hann hevur heldur ikki hug at gera viðmerkingar til franska tyrluslagið, sum eftir hvat miðlar siga hevur verið partur av fleiri vanlukkum.

Edur kom í tyrluna, sum datt niður við seks fólkum umborð, og øll doyðu, harav tey flestu vóru í byrjanini av 20-árunum.