Starvsmannafelagið: Vit hava einki við flogternuøkið at gera longur

Flogternunum stendur frítt at gera nýggjan sáttmála, sigur Súni Selfoss

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, vísir í skrivi í dag á, at Starvsmannafelagið er ikki sáttmálapartur á flogternuøkinum longur, og at flogternunum er sostatt frítt at binda seg til nýggjan sáttmála.

 Hann vísir á, at eftir at flogternurnar 1. november í fjør tóku seg úr Starvsmannafelagnum og fóru upp í danska FPU, hevur Starvsmannafelagið ikki havt leiklut í málinum við kollektivum økissáttmála, tí at sáttmálin fór tá úr gildi. Sostatt stendur flogternunum frítt at krevja nýggjan kollektivan økissáttmála.

Ein økissáttmáli er sáttmáli, ið er galdandi fyri eitt fakøki, sama um ein er limur í avvarandi fakfelag ella ikki. 

 Onkur limur var kortini verandi í felagnum í eina tíð, og tí varð gjørt av at gera ein 1-ára limasáttmála við sama innihaldi sum økissáttmálin, men nú hava allar flogternurnar tikið seg úr starvsmannafelagnum, og limasáttmálin er sostatt ikki galdandi fyri nakran, tí eingir limir eru, ið sáttmálin kann fevna um.

 - Starvsmannafelagið hevur sostatt ongan leiklut yvirhøvur sum kollektivur sáttmálapartur á arbeiðøkinum hjá flogternunum í Atlantic Airways. Og við ongum virknum kollektivum sáttmála hava Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Atlantic Airways ongar sáttmálabindingar hvør móti øðrum longur á hesum øki.

 Orsøkin til, at Starvsmannafelagið kemur við rættingini, er, at misskiljing nú er komin í, tí at individuellu setanarskrivini, ið flogternurnar hava við Atlantic Airway,s vísa til limasáttmálan hjá Starvsmannafelagnum. Men fyri tað at limasáttmálin hjá Starvsmannafelagnum verður nevndur, hevur Starvsmannafelagið tó einki við málið at gera longur. Talan er um persónligar avtalur, ið Starvsmannafelagið einki hevur við at gera, tí at flogternurnar eru altso ikki limir í Starvsmannafelagnum, vísir Súni Selfoss á.