Norrøna Felagið nýggjan formann

Hallstein Sigurðsson fylgir ungdómsdreyminum og tekur við nýggjum avbjóðingum í Grønlandi.

Nevndin í Norrøna Felagnum í Føroyum hevur skipað seg av nýggjum. Turid Christophersen er nú forkvinna í felagnum.

 

- Formaðurin í felagnum síðstu mongu árini, Hallstein Sigurðsson, hevur lagt frá sær, tí hann tekur við nýggjum avbjóðingum í Grønlandi.

 

- Eg havi valt at fylgja einum ungdómsdreymi. Eg havi valt at royna okkurt nýtt, og eg taki við starvi sum deildarleiðari fyri Tele Post Grønland í Nuuk. Eg byrji longu mánadagin, sigur Hallstein Sigurðsson.

 

- Eg havi verið formaður í felagnum í nøkur ár tilsamans. Eg gjørdist formaður í 1995 og sat til 2001 og bleiv valdur aftur til formann í 2010 og fram til nú eg leggi frá mær, sigur Hallstein Sigurðsson.

 

- Hetta er eitt lítið og hugnaligt felag, ið ger eitt gott arbeiði. Hini londini eru ofta umboðað av topp politikarum, men tó er talan um fólkslig feløg, sigur Hallstein Sigurðsson.

 

- Nevndin ætlar at fáa eitt ættarliðsskifti, og tað er eisni hent í feløgunum í hinum norðanlondunum. Á fundi í dag var ikki talan um nakað stríðsval ella ósemju, tí gamli formaðurin fer av landinum, og nevndin er samd um at stuðla nýggja formanninum, sigur Hallstein Sigurðsson.

 

- Eg eri góður við felagið, men eri eisini glaður, nú yngri fólk taka við, sigur Hallstein Sigurðsson, sum nú fylgir ungdómsdreyminum, skræðir 3 ár úr kalendaranum, og fer til Grønlands.

 

- Men eg eri framvegis nevndarlimur yvir Skype fram til næsta aðalfund, sigur Hallstein Sigurðsson, sum fer til Grønlands mánadagin, og tá byrjar í nýggja deildarleiðarastarvinum hjá Tele Post Grønland.